Page 54 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
8. Næstakærleiki
Kristin siðalæra bls. 90
Her talar Jesus um ikki at hevna. Vit hava lætt at hugsa, “at
hetta skalt tú fáa afturlønt,” um onkur hevur traðkað okkum á
tærnar. Á hendan hátt heldur ófriðurin og stríðið fram. Um vit
í staðin royna at rinda tað illa við góðum, so styrkja vit vinalag
og frið okkara millum.
I have a dream bls. 91
Mest kenda talan hjá Jesusi er Fjallatalan. Í nýggjari tíð kenna
vit eisini stórar verðsligar røðarar, hvørs talur gjørdust víða­
kendar bæði fyri innihaldið og tí at nógv hoyrdu tær. Ein av
teimum er Martin Luther King.
Martin Luther King er kendur fyri sítt frælsisstríð at vinna
teimum svørtu í USA betri kor. Hetta stríð hansara eydnaðist.
Røðan “I have a dream” er tann kendasta, eins og Fjallatalan er
tað hjá Jesusi.
Hugskot
Finnið taluna hjá Martin Luther King á Youtube. Hoyrið
alla taluna.
Finnið meira tilfar um Martin Luther King.
Lurtið á YouTube eftir sanginum “If I Can Dream” hjá Elvis
Presley. Kundi ein svartur sungið henda sangin?
Tosið um fólk, ið hava skarað fram úr t.d. Mahatma
Gandhi, Nelson Mandela og Móðir Teresa. Kannið søguna
hjá teimum. Být næmingar í bólkar at arbeiða við hesum
fyrimyndum.
Nemið við hugtakið retorikk. Fá ein prest at siga frá um
retorikk.
Skipið fyri tvørfakligari flmssýning, har tit sýna “Gandhi”
(Richard Attenborough 1982, 191 min). Býarbókasavnið í
Havn hevur flmin til útláns á DVD.
Samrøðan
Tosið um, hvat Jesus segði um, hvussu vit skulu vera móti
teimum, sum gera okkum ilt. Hann kom við nøkrum dømum.
Kunnu vit umseta hetta til onnur øki í lívinum. Hvat er tað at
venda hin vangan til? Nevnið dømi, nær vit kunnu gera tað.
Arbeiðsbókin bls. 42
Næmingarnir skriva, hvønn dreym teir hava.
Elska fíggindar tínar
bls. 92-93
Tað er ikki lætt at dáma tey menniskju, ið alla tíðina gera
okk­um ónáðir. Men Jesus sigur, at vit skulu gera væl ímóti
fíggind­um okkara. Yvirlýsingin hjá Sameindu Tjóðum um
mannarætt­indini sigur, at øll menniskja eru eins virðismikil.
Ein av keldunum til hetta er grundsjónarmiðið í Fjallataluni
um at elska sínar fíggindar.
Kristni 5 • Lærarabók
54