Page 55 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Hugskot
Lat næmingarnar nevna dømi um fólk, ið gera øðrum
ilt. Hví munnu tey gera tað? Tosið um samvitskuna.
Hvussu kunnu vit gera væl móti hesum fólkum? Er tað
lætt? Er tað lætt at fylgja Jesu boðskapi, og hvat hendir,
um vit gera tað?
Í krossfararaflminum “Kingdom of Heaven” (Ridley Scott
2005) eru vit í Jerúsalem. Arábarin Saladin kemur inn í
falnu kirkjuna og sær altarkrossin, sum í stríðnum er
dottin á gólvið. Hann tekur krossin upp og setur hann
aftur á altarið. Brotið úr flminum er á YouTube. Tosið um,
hvat tað merkir at sýna virðing, eisini fyri fíggindum.
Syngið sangin á bls. 93 í næmingabókini.
Aktivitetir
Næmingarnir fara í bólkar og gera hvør sín stutta leik um,
hvussu vit kunnu gera væl móti fíggindum okkara.
Samrøðan
Tosið um, hvussu Jesus helt, at vit skulu vera móti okkara fígg­
ind­um. Tosið um innihaldið í sálminum á bls. 93. Tosið um,
nær tað er trupult at elska onkran, t.d. fólk, sum einki leggja
í okkum. Hvussu hevði heimurin sæð út, um vit megnaðu at
fylgj­a Jesu orðum og læru?
Arbeiðsbókin bls. 43
Næmingarnir skriva, hvørji orð ríma í sanginum.
Um ikki at døma bls. 94
Teksturin um bjálkan og físina er væl kendur. Tað er lættari
at síggja feilir og veikar síður hjá næstanum enn hjá okkum
sjálvum. Sjálvi halda vit, at okkara eru bara at rokna sum ein
evarska lítil fís í mun til tað, sum vit halda vera risastóra bjálk­
an hjá hinum. Jesus ávarar móti hesum og biður menniskju
heldur síggja egin mistøk og gera nakað við tey. Hann vil við
hesum fáa okkum at hugsa um okkara egnu støðu. Um menn­
iskju gera tað, so veksur samkenslan fyri øðrum, og tey menn­
ast sum medmenniskju. Onkur hevur sagt, at vit skulu ikki
døma onnur, fyrrenn vit hava staðið í teirra støðu. Tosið um
hugtakið empati, sum merkir innliving.
Hugskot
Nevnið dømi um tað, vit síggja, sum bjálkar hjá øðrum.
Gera vit tað sama, sum vit síggja hjá øðrum?
Finnið tekstin til sangin “Walk a mile in my Shoes” hjá Joe
South á internetinum. Finnið síðan sangin á YouTube og
fylgið við. Bæði Joe South og Elvis syngja hann. Hvat lærir
sangurin okkum?
Arbeiðsbókin bls. 44
Næmingarnir loysa eina loyniskrift.
8. Næstakærleiki
55
Kristni 5 • Lærarabók