Svar:
“Dømið ikki, at tit ikki skulu verða dømd; tí at við tí dómi, tit
døma, skulu tit verða dømd, og við tí máli, tit mála, skal tykk
um verða mált. Men hví sært tú físina í eyganum á bróður tí
num, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við?”
Gylta reglan bls. 95
Hendan reglan er í mongum átrúnaðum og lívsáskoðanum.
Men eingin hevur tulkað hana strangari enn Jesus, tí aftan fyri
hana liggur grundsjónarmiðið um ikki at hevna, men at elska
sínar fíggindar.
Týdningarmestu leiðreglur hjá teimum kristnu er Gylta
reglan, tey tíggju boðini og orð Jesu í Fjallataluni. Hesi eru ætl
að sum ein hjálp at liva eftir. Líknandi leiðreglur fnna vit eisi
ni í øðrum átrúnaði. Luther sigur um byrjanina til tey tíggju
boðini, at vit skulu óttast og elska Gud, ið merkir, at vit skulu
virða og æra Gud. Síðan verður sagt, hvat vit ikki skulu gera og
vit fáa ráð um, hvat er rætt at gera.
Jesus endaði Fjallataluna við at nevna søguna um menninar,
ið bygdu hús.
Enda við at endurgeva frásøgnina í Fjallataluni, har Jesus
tosar um menninar, ið bygdu hús, annar á sand og hin á klett.
Tey, ið hoyrdu Jesu orð og tóku tað til sín, vóru at líkna við
tann, ið bygdi hús sítt á klett.
Matt 7, 24-27
.
Hugskot
•
Lær næmingarnar Gyltu regluna og tey tíggju boðini
uttanat.
•
Hav sand og ein stein við inn í tíman.
•
Tosið um, hvussu vit byggja hús: útgrevstur, steinlegging
og síðan bygging. Tosið um, hvat hevur týdning, um
húsini skulu verða standandi.
•
Bið ein timburmann koma inn at greiða frá, hvussu vit
byggja hús, frá tí vit byrja at grava út. Farið út og hyggið
eftir einari grund, ið fólk eru farin at gera klára til eini hús.
Arbeiðsbókin bls. 45
Næmingarnir fnna orð í orðakassa.
8. Næstakærleiki
Kristni 5 • Lærarabók
56