ÁBRAHAM • um 1900 f.Kr.
ESAV OG JÁKUP • um 1800 f.Kr.
JÓSEF • um 1700 f.Kr.
RÁHAB • um 1050 f.Kr.
RUT • um 1100 f.Kr.
SAMSON • um 1050 f.Kr.
9 • Persónar í Bíbliuni
99
9. Persónar í Bíbliuni
9
Persónar
í Bíbliuni
Tittulblað
Tosið um, nær teir seks bíbilsku persónarnar livdu. Sí tíðarlinju
fremst í næmingabókini.
Viðvíkjandi hesum kapitli
Hesin kapittul hevur nógvan tekst, og er tí drúgvur, um næm
ingarnir skulu hava fyri at lesa heima. Eitt hugskot er, at lærar
in lesur um bíbilsku persónarnar fyri næmingunum, meðan
teir møguliga fylgja við í bókini, ella at lata teir lesa fyri hvørj
um øðrum.
Ábraham
Ábraham er fyrsti av teimum trimum jødisku ættarfedrunum:
Ábraham, Ísak og Jákup. Gud kallaði hann úr býnum Ur, har
Irak er í dag, og bað hann fyta til Kánaansland, Ísrael. Gud
lovaði honum, hóast elli hansara, at so nógvar sum stjørnur
nar á himmalinum, so nógv skuldi avkom hansara vera (1.
Mós 12,2; 13,16; 22,17). Gud gjørdi sáttmála við hann, og sátt
málatekinið var, at øll dreingjabørn skuldu umskerast, tá ið tey
vóru átta dagar gomul (1. Mós 17,10-14). Í Nýggja Testamenti
lesa vit, at fyri tey kristnu merkir sáttmálatekinið ikki nakað
fysiskt, men andligt, nevniliga umskering hjartans. Róm 2,29
Tað er trúgvin, sum er tað umráðandi.
Islam hevur eisini Ábraham sum ættarfaðir. Ábraham fekk
sonin Ísmael við trælkvinnu og hesin gjørdist somuleiðis ætt
Kristni 5 • Lærarabók
59