arfaðir fyri arabiska fólkið og har um vegir.
Ábraham verður í Nýggja Testamenti nevndur trúarfaðirin,
tí hann trúði Gudi og vildi enntá ofra son sín Ísak, tá ið Gud
vildi royna hann (Róm 4,16; Gal 3,6,29, Hebr 11).
Ábraham bls. 102
Ábraham og familja hansara vóru nomadar. Tey fjakkaðu um
við dýrum sínum, har beitilendi vóru.
Ábraham ofraði við halgistaðin Sikem. Onnur støð, har
hann ofraði, vóru: Betel, Hebron og Beersjeba.
Hugskot
•
Hyggið at myndum á internetinum av offurstøðum. Tosið
um, hví Gud vil at menniskjuni skulu ofra í tíðini, áðrenn
Jesus varð ofraður.
•
Lesið meira um, tá ið Ábraham var í Egyptalandi og Fárao
varð skotin í Sáru, konu Ábrahams.
Ábram og Lot skiljast
bls 103
Hugskot
•
Tosið um tað trupla við at velja - vinaløg, ítrótt og annað.
Vit velja ofta okkum sjálvum tað besta.
Gud vælsignar Ábram
bls 104
Hugskot
•
Tosið um, hvat signing og at vælsigna merkir. Tosið um at
bera onkrum eitt gott orð og at vera vinaligur móti øðrum.
Ábraham fær Ísmael
og Ísak bls. 104
Hugskot
•
Tosið um aldurin, tá ið kona ikki longur fær børn. Tosið
um, hví foreldur ynskja at fáa børn.
Sódoma og Gómorra
bls. 105
Hugskot
•
Tosið við næmingarnir um teir kenna til at tingast við
foreldrini um t.d. songartíð, at ferðast, at vitja v.m.
•
Hyggið á internetið eftir myndum frá Jórdans dali móti
Deyðahavinum. Leggið merki til, hvussu avsviðið alt er,
9. Persónar í Bíbliuni
60
Kristni 5 • Lærarabók