Page 61 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
har ið Sódoma og Gómorra vóru.
Tosið um, hvat næmingarnir høvdu gjørt, um teir vistu, at
teirra hús fóru at brenna niður innan t.d. 5 tímar.
Arbeiðsbókin s. 46-47
Næmingarnir tekna, hvussu teir ímynda sær, at býirnir vóru
lagdir í oyði. Teir skulu eisini skriva nøkur dømi um, hvussu
teir vildu vart ein annan, sum í hesum føri hevði brotið ein
rút.
Svar til orðagátuna niðast á bls 47:
(hendan uppgávan hoyrir til bls. 108 í næmingabókini)
Rebekka - Ísak
Synir Ábrahams bls. 106
Hugskot
Tosið um, hvussu trupult Ábraham man hava havt tað at
kenna seg noyddan at lata annan sonin fara avstað. Tosið
um kærleika, móðirkærleika og faðirkærleika og sakn.
Arbeiðsbókin bls. 48
Næmingarnir seta striku millum tvær og tvær myndir, ið eru
eins.
Svar til uppgávuna:
9. Persónar í Bíbliuni
Kristni 5 • Lærarabók
61