Page 62 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Ábraham verður royndur
bls. 107
Hugskot
Tosið um, hvat kann kosta okkum nógv at gera og tykjast
vera stórt offur.
Samrøðan
Tosið um spurningarnar. Tosið um, hvussu tað var í Gamla
Testamenti og fyrr í Føroyum, tá ið foreldrini avgjørdu, hvønn
maka tú skuldi hava. Høvdu næmingarnir dámt, at tað var
soleiðis í dag?
Arbeiðsbókin bls. 49
Næmingarnir tekna eina strikumynd og lita hana.
Esav og Jákup
Esav og Jákup bls. 110.
Tað er ikki nógv skrivað um Ísak samanborið við faðir hansara,
Ábraham. Tá ið hann hevur verið giftur 20 ár við Rebekku, fáa
tey tvíburarsynirnar Esav og Jákup.
Søgan um Jákup og synir hansara er drúgv og fyllir seinna
helmingin av 1. Mósebók.
Hugskot
Tosið um, hvørt tað er ein fyrimunur at vera elstur ella
yngstur í einum systkinafokki. Hvussu kunnu systkin vera
móti hvørjum øðrum?
Arbeiðsbókin bls. 50
Jákup lumpaði Esav. Næmingarnir skulu ímynda sær, at
teir lumpa ein, ið hevur ein bommpakka. Hvussu gera teir
tað? Teir skriva fmm dømi.
Jákup verður signaður
bls. 111
Hugskot
Jákup lumpaði pápan eins og Esav. Tosið um at lumpa ein
annan. Hvussu gera vit tað? Er tað rætt at gera?
9. Persónar í Bíbliuni
62
Kristni 5 • Lærarabók