Jákupsstigin bls. 112
Hugskot
•
Tosið um dreymar. Minnast næmingarnir nakran serligan
ella sjáldsaman dreym?
Arbeiðsbókin bls. 51
•
Næmingarnir tekna Jákupsstigan, uppgáva 2.
Jákup í húsi Lábans
bls. 113
Lában snýtti Jákup. Vit nýta ofta máliskuna “tín Lában,” um
ein, ið lumpar ella snýtir.
Hugskot
•
Tosið um, hvat kærleiki er millum tvey, ið eru góð hvørt
við annað.
•
Tosið um eingiftu og feirgiftu.
Jákup fer heimaftur
bls. 114
Jákup hevði tænt hjá Lábani í 20 ár og átti almikið av fenaði,
somuleiðis av konum og børnum, trettan íalt, tólv synir og
eina dóttur. Sí yvirlit í kassanum, har synirnir verða nevndir
við navni. Av einum mistaki er navnið á pápanum, Jákup,
eisini komið við í kassan. Tað er ein feilur.
Arbeiðsbókin bls. 51
Næmingarnir fnna fyrsta bókstavin, ið manglar í nøvnunum
á teimum tólv synunum, ið skuldu gerast tær tólv ættirnar í
Ísrael. Somuleiðis skulu teir fnna nøvnini í bókstavakassa.
Svar til uppgávu 3, seinni partur:
9. Persónar í Bíbliuni
Kristni 5 • Lærarabók
63