Jákup og Esav møtast
bls. 114
Hugskot
•
Tosið um at møta onkrum, ið vit eru bangin fyri at møta.
Hvat kunnu orsøkirnar vera til tað? Lat næmingarnar
nevna dømi.
Aktivitetir
•
Spælið ein leik um Esav og Jákup.
Jósef
Frásøgnin um Jósef er tann longsta í Bíbliuni. Hon er søgd í
løttum og spennandi frásagnarstíli. Søgan um Jósef vísir, at
Gud hevði ta ætlan, at Jósef skuldi koma til heiður og æru í
Egyptaland, hóast brøðurnir gjørdu eina misgerð móti honum.
Ísraelsmenn komu at fjølgast í Egyptalandi eftir at Jósef var
uppi á døgum. 400 ár seinni var Móses føddur og skuldi leiða
fólkið út úr Egypalandi.
Jósef bls. 116
Hugskot
•
Lat næmingarnar siga frá dreymum, teir hava havt. Hvat
halda teir um dreymar sínar?
•
Finnið fram ymist tilfar um Egyptaland og arbeiðið við tí.
Arbeiðsbókin s. 52- 53
Næmingarnir tekna tveir dreymar hjá Jósef og meta stutt um,
hvat teir munnu merkja.
Brøðurnir hevna seg
bls. 117
Hugskot
•
Tosið um øvundsjúku. Hvat kann øvundsjúka føra til?
Aktivitetir
•
Gerið smáar leikir í bólkum, har onkur verður øvundsjúkur
inn á onkran t.d. ein foksfelaga, ella systkin síni.
Lat leikirnar enda gott. Lat næmingarnar framføra uttan
nakað hóvasták.
9. Persónar í Bíbliuni
64
Kristni 5 • Lærarabók