Jósef í fongsul bls. 118
Hugskot
•
Tosið um at vera skuldsettur fyri nakað, tú ikki hevur gjørt.
Hvussu kennist tað?
Jósef settur at ráða
bls. 119
Hugskot
•
Tosið um, hvønn týdning tað hevði, at Jósef kom til
Egyptalands. Brøður og foreldur yvirlivdu hungursneyðina.
Arbeiðsbókin s. 54
Næmingarnir tekna frítt onkran dreym, tey hava havt.
Brøður Jósefs koma til
Egyptalands bls. 120
Hugskot
Tosið um at hjálpa til heima. Hvørjar uppgávur hava næming
arnir at gera heima?
Onnur ferðin
hjá brøðrunum bls. 121
Eins og dreymurin hjá Fárao segði, so komu sjey ring ár.
Brøður Jósefs vóru tvær ferðir í Egyptalandi eftir korni. Eftir tað
kom øll familjan at búgva í Gosen í Egyptalandi.
Steypið í sekki Benjamins
bls. 122
Benjamin og Jósef vóru synir Rakul. Hinir beiggjarnir vóru
synir Leu, Billu trælkonu og Zilpu trælkonu.
Arbeiðsbókin bls. 55
Næmingarnir seta ring um tær tekningar, ið ikki hoyra til
síðuna. Til ber eisini at seta ring um tað, ið hoyrdi til tíðina í
Egyptalandi á Jósefs døgum, um tað er lættari. Næmingarnir
skulu eisini fnna steypið hjá Benjamin millum allar tekningar
nar. Tað er niðarlaga mitt á síðuni.
9. Persónar í Bíbliuni
Kristni 5 • Lærarabók
65