Page 66 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Jósef sigur, hvør hann er
bls. 123
Hugskot
Tosið um at vera reiðiligur og tora at vera seg sjálvur.
Jákup og Jósef hittast
bls. 124
Hugskot
Tosið um, hvussu stuttligt tað er at síggja onkran, sum tú
leingi ikki hevur sæð.
Aktivitetir
Málið, teknið ella spælið leikir yvir lívssøguna hjá Jósef
t.d. Jósef droymir, brøðurnir hevna seg, Jósef í fangahúsi,
brøðurnir hitta Jósef aftur, Jósef sigur, hvør hann er, Jákup
og Jósef hittast v.m.
Leitið eftir tilfari um sangleikin “Jósef og Dreymakotið”,
sum skúlanæmingar framførdu í Norðurlandahúsinum í
2008. Gerið stutta samrøðu við onkran, sum var við í
leikinum og spyrjið, hvør søgan var í leikinum.
Ráhab
Hóast Ráhab var skøkja (Jós 2), var tað hon, ið hjálpti tveim­
um ísraelskum njósnarum, tá ið Jeriko skuldi takast. Hennara
leiklutur var stórur í gongdini at taka býin Jeriko, ið er ein av
heimsins elstu. At hetta varð virðismett, síggja av tí, at hon
verður nevnd í ættartalvum Ísraels.
Ráhab bls. 126
Hugskot
Kenna næmingarnir til vanlig fólk, ið brádliga vórðu kend
fyri okkurt serligt, tey gjørdu? Tosið um hetta.
Arbeiðsbókin bls. 56
Næmingarnir seta setningar rætt saman.
Ráhab hjálpir
njósnarunum bls. 126
Hugskot
Tosið um, hvat ein njósnari er.
Tosið um, hvønn týdning njósnararnir í frásøgnini høvdu.
Hvør var teirra uppgáva?
9. Persónar í Bíbliuni
66
Kristni 5 • Lærarabók