Page 67 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
9. Persónar í Bíbliuni
Arbeiðsbókin bls. 57
Tosið um, hvat hendir á myndini. Njósnararnir síga niður av
borgarmúrinum. Næmingarnir lita tekningina.
Borgarmúrarnir rapa
bls. 128
Hugskot
Tosið um, hví nógvir býir hava havt borgarmúrar.
Tosið um, hví múrarnir rapaðu. Var tað tí, at fólkið rópti so
hart og hornini geltu?
Rut
Rutarbók fnna vit millum Dómarabókina og Sámuelsbøkurnar
t.e. millum dómaratíðina og kongatíðina. Hon gerst ættar­
móðir, langomma, til sjálvan Dávid – av somu ætt sum Jósef,
“faðir” Jesus, var av.
Bóas veit, at hann sum ættarmaður til Elimek, er loysnar­
maður (á hebraiskum goel). Ein loysnarmaður er ein, ið hevur
fngið rættin at loysa, at keypa aftur. Var onkur noyddur at siga
ogn sína frá sær, so kundi loysnarmaðurin keypa hann leysan
aftur. Tá ið onkur doyði, skuldi hesin gifta seg við konu hans­
ara. Við hesum doyði navnið á tí deyða ikki út. Í hesum føri
giftist Bóas við einkjuni hjá soni Elimeliks og ikki við konu
hansara. Hetta var ikki eitt krav. Men Rut royndi at fáa Bóas at
gera enn meira, enn lógin krevur av honum, enntá at giftast
við honum.
Tað serstaka í frásøgnini um Rut er m.a., at ein móabitisk
kona fær borgararættindi í Ísrael, hóast strangar forskriftir í 5.
Mós 23,3. Somuleiðis, at hon fær tann heiður at gerast ættar­
móðir til bæði ætt Dávids og Jesusar (Matt 1,5). Bíblian vísir
á, at Gud gloymdi ikki heidningarnar, hóast Ísrael var hansara
fólk. Paulus sigur, at “heidningarnir eru samarvingar og sam­
limir og samluttiknir í fyrijáttanini í Kristi Jesusi við gleðiboðs­
kapinum.”
Ef. 3,6
.
Bóas er so statt at líkna við eina Kristusfyrimynd, tí at hann
gevur heidningunum atgongd til hansara alsk.
Bókin endar við at greiða frá ættini, ið greiðir frá forfedrun­
um hjá Dávidi. Í Matt 1 sæst, at ættartalvan hjá Jesusi gongur
heilt aftur til Ábraham. Men har festu ættartalvur einans
nevn­a ættfedrarnar, so kunnu vit eisini her síggja nakrar av
ættmøðrunum: Támar, Ráhab, Ruth, konu Uriasar og Jesu
móður, Mariu. Tað er eingin sjálvfylgja, at hesar vera nevndar,
tí tær hava havt stóran týdning fyri ættarsøguna. Tað verður
sagt um Támar, at hon gjørdist við barn við svigarpápanum,
Júda. Hervið brýtir hon lógina (1 Mós 38). Ráhab var óivað
skøkja (Jós 2), og tær plaga heldur ikki at koma fyri í ættartalv­
um. Men tað var hon, ið hjálpti tveimum ísraelskum njósnar­
um, tá ið Jeriko skuldi takast.
Kristni 5 • Lærarabók
67