10
Høgtíðir
í øðrum
átrúnaðum
10. Høgtíðir í øðrum átrúnaðum
Tittulblað
Tosið um myndina á tittulblaðnum. Vit síggja livandi ljós frá
Divali hátíðini í India, sum vit lesa um á síðu 141. Hvønn
týdning hevur tað at tendra ljós? Kenna vit til hetta í kirkju og
samkomum, á jólum og í føðingardøgum?
Meira um evnið
Allir átrúnaðir hava sínar høgtíðardagar og minnisdagar. Í
kristindóminum er tær stóru høgtíðirnar jól, páskir og hvítu
sunna, har vit ofta siga, at páskirnar eru tann størsta. Uppruna
liga vóru hesar høgtíðir lagdar soleiðis, at tær passaðu inn í tær
meira verðsligu rómversku høgtíðirnar, sum gjørdu vart við
nær sólin vísti seg aftur, nær gróðurin byrjaði, og eisini nær
onkur av teimum jødisku høgtíðunum varð hildin. Á hendan
hátt komu høgtíðirnar at vera um somu tíð, tó við ymiskum
innihaldi.
Størsta høgtíðin hjá muslimum er Ramadan, ið er í juli
og august mánaði. Hesa tíðina fasta teir. Hjá hinduistum er
týdningarmesta høgtíðin Divali í oktober og november. Hesa
tíðina verða ljós tendrað, eins og vit síggja á permuni til kapitt
ulin, og skúlarnir hava frí. Hjá buddistum er fremsta høgtíðin
Vesak, sum er í apríl ella mai mánaði.
Islam bls. 140
Tað var profeturin Muhammed, ið stovnaði islam í 7. øld.
Tey, ið hava henda átrúnað, eru muslimar. Teir hava nógvar
profetar og lærarar m.a. Móses og Jesus, men Muhammed er
Her fara vit at læra um:
•
høgtíðir í átrúnaðum,
sum ikki eru kristnir
•
líkleikar og frábrigdi í
átrúnaðarligum hátíðum
•
tolsemi
•
trúarfrælsi
71
Kristni 5 • Lærarabók