Page 72 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
10. Høgtíðir í øðrum átrúnaðum
hin størsti. Eins og jødar og kristin trúgva muslimar á ein gud,
Allah.
Hugskot
Tosið um myndirnar á síðuni.
Finnið tilfar, tekst, myndir og flmar, á netinum um
høgtíðina Ramadan og aðrar høgtíðir hjá muslimum.
Finnið tilfar um islam. Hetta kann t.d. vera bólkaarbeiði,
har onkur arbeiðir við pílagrímsferðum, meira um
Muhammed, bønir, klædnadraktir v.m.
Hyggið í bókina “Móses í myndlistini” (Neil Morris,
Føroya Skúlabókagrunnur 2006) og tosið um, at Móses er
eins týdningarmikil hjá kristnum og muslimum. Kunnu vit
læra nakað av tí?
Lesið lítlu bókina “Hond Fatimu” (Føroya Skúlabóka-
grunnur/UNICEF 1989). Umframt gentuna Fatimu, sum
býr í Marokko, sigur bókin frá um islam, Koranina og
Koranskúlar.
Arbeiðsbókin bls. 62
Næmingarnir svara spurningum um islam.
Samrøða
Takið samanum sonevndu Muhammeds-tekningarnar í donsk­u
avísini Jyllands Posten og tað, sum tá hendi. Annan vegin
kunnu vit spyrja um virðing, respekt, fyri átrúnaði, og hin
vegin kunnu vit spyrja um tolsemi, at lata sær lynda at keipu­
tekningar verða gjørdar, at táttur verður yrktur og at gjøldur
verður gjørdur burturúr mest sum øllum. Eiga vit at tola alt,
ella eru mørk?
Hinduisma bls. 141
Hinduisma er ein tann elsti átrúnaður í heiminum. Innihald­
ið er komið av tí, ið fólk frá fyrndartíð hava trúð. Flestu av
hindu­istum trúgva, at menniskjað hevur sál, ið ferðast úr ein­
um kroppi í annan, tá ið menniskjað doyr. Eru tey góð, verða
tey endurfødd til eitt betri lív. Triðja hvørt ár er Kumbh Mela,
sum er ein pílagrímsferð til fýra heilagar býir, ein í senn, har
hinduistar tváa sær í ánni í býnum. Í 2013 savnaðust feiri enn
30 mió fólk til Kumbh Mela í eina býnum, Allahabad, í ánni
Ganges. Fleiri altjóða miðlar, m.a. BBC, greiddu frá um hend­
ingina, sum savnar fest fólk í øllum heiminum.
Hugskot
Tosið um myndina á síðu 141. Hvat hendir?
Finnið tilfar, tekst, myndir og flmar, á netinum um
høgtíðina Divali og Kumbh Mela.
Finnið tilfar um hinduismu. Hetta kann t.d. vera bólka-
arbeiði, har onkur arbeiðir við ymsum gudum, hinduistar
trúgva á, um kastuskipanina, læruna v.m.
Arbeiðsbókin bls. 63
Næmingarnir svara spurningum um hinduismu.
Kristni 5 • Lærarabók
72