Samrøða
Tosið um at virða tey, ið trúgva øðrvísi enn vit.
Buddisma bls. 142
Buddisma kom fram í India fyri um leið 2500 árum síðan.
Læran breiddi seg skjótt, og nú eru feiri enn 300 milliónir
buddistar í heiminum. Flestu av hesum eru í Ásia. Teir liva eftir
læruni hjá Budda, haðan navnið stavar. Budda var føddur 563
f. Kr. Fullkomni friðurin er at fnna í Nirvana, sum er fullkom
in hvíld, tá sálin gevst at ferðast. Teir trúgva eins og hinduistar,
at sálin ferðast.
Hugskot
•
Tosið um myndina á síðu 142.
•
Finnið tilfar, tekst, myndir og flmar, á netinum um
høgtíðina Vesak og aðrar høgtíðir hjá buddistum.
•
Finnið tilfar um buddismu. Hetta kann t.d. vera bólka-
arbeiði, har onkur arbeiðir við Budda, um karma, um læru
v.m.
Arbeiðsbókin bls. 63
Næmingarnir svara spurningum um buddismu.
Trúarfrælsi bls. 143
Vit hava trúarfrælsi í Føroyum. Hetta merkir, at fólk hava rætt
til frítt at trúgva tí, sum teimum lystir. Somuleiðis hava vit
talufrælsi, ið merkir, at vit hava rætt at siga ella skriva tað, sum
vit vilja. Men alt er undir ábyrgd og skal verða innan lógarinn
ar mark. Hetta kann av og á føra til hart kjak og nógv stríð,
serliga í miðlunum.
Hugskot
•
Tosið um, hvussu tað hevði verið, um vit ikki høvdu
trúarfrælsi og talufrælsi. Tosið um lond, har hetta er
veruleiki.
•
Hvat halda vit um trúar- og talufrælsið í Føroyum?
•
Kunnu vit hugsa okkum eitt land, har alt er frítt hjá øllum
at siga og gera, og har eingin hevur ábyrgd av nøkrum?
•
Far á YouTube og fnn sangin hjá M.C. Restorff “So ymisk
og tó”. Tosið um sangin og tey, sum syngja. Hvønn
umboða tey? Hava øll eina trúgv? Er nakar, sum onga
trúgv hevur?
Samrøða
Tosið um, hvussu vit vísa virðing og tolsemi fyri øðrum, ið
trúgva øðrvísi. Tosið um at liva í einum rættarsamfelagi, og
týdningin at hava lóg og landaskil. Bóklingurin “Øll telja við”
(Hagstovan 2013) sigur á bls. 24, at nøkur hava onga trúgv.
Man trúgv hava samfelagsligan ella politiskan týdning? Roynið
at hyggj at stevnuskráunum hjá politisku fokkum, sum eru
í Løgtinginum. Verður nakað nevnt um trúgv í teirra stevnu
skráum? Er tað rætt at blanda trúgv og politikk? Tosið um
10. Høgtíðir í øðrum átrúnaðum
73
Kristni 5 • Lærarabók