Page 74 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
høgtíðirnar í ymsum átrúnaðum. Eru viðurskifti hjá okkum, ið
líkjast, ella eru ólík, tá vit hyggja at fremmandum átrúnaðum?
Hugsið um heitið á sanginum “So ymisk og tó”. Tosið eisini
um rættin at vera gudloysingur, ateistur.
10. Høgtíðir í øðrum átrúnaðum
Vit hava lært:
Ymiskt er, hvat fólk trúgva, og hvussu tey
velja at liva sítt lív. Fyri at varðveita frið
noyðast fólk at vísa tolsemi.
Muslimar hátíðarhalda Ramadan, sum byrj-
ar við føstu. Einki verður etið frá morgni
til myrkurs í 30 dagar.
Tann týdningarmesta høgtíðin hjá hindu-
istum er Divali. Á Divali minnast tey gudinn-
una Lakshmi og brenna fýrverk og tendra
ljós at heiðra hana.
Buddistar halda Vesak í apríl ella mai mánaði.
Tey kynda ljós og lampur inni og úti.
Í Føroyum hava vit trúarfrælsi og talufrælsi.
Kristni 5 • Lærarabók
74