Page 75 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
11. Úr Ísraels søgu
11
Úr
Ísraels søgu
Tittulblað
Tosið um tittulblaðið, sum er Dávidsstjørnan, ið er á fagginum
hjá Ísrael. Hvønn týdning hevur Ísrael í vanligum tosi millum
fólk, sum ferðamál, sum kjakevni í miðlunum og alment í præ­
dikum? Er munur á tí søguliga og bíbilska Ísrael, og so nútíðar
Ísrael?
Sálmar og sangir til evnið:
Sálmabókin
Nr. 25 Upp alt, ið Harrin hevur gjørt
Nr. 402 Gud, títt er ríkið
Lærarabókin
Hvør er kongur í skóginum
Heyveynu shalom aleichem
Í staðnum Betlehem
Meira um
Eftir at Jósva var deyður, fór ísraelsfólk at tilbiðja somu gud­
ar sum grannatjóðirnar, Báal og Ástartu. Tá kom ógæva yvir
fólkið, og tey vóru illa trongd av fíggindum. Tá tey rópaðu til
Gud í neyð síni, sendi hann teimum dómarar, ið skuldi standa
á odda fyri fólkinum. Teir mintu fólkið á at fylgja Guds boðum
og stóðu á odda fyri fólkinum, eisini tá ið bardagi stóðst við
grannatjóðirnar.
Dómaratíðin var ein ófriðarlig tíð. Filistar vóru tann størsti
fíggindin hjá Ísrael.
Vit kunnu lesa um dómaratíðina í Dómarabókini, ið kemur
Her fara vit at læra um:
dómaratíðina
dómararnar: Gideon
og Samson
kongatíðina
kongarnar: Sául, Dávid
og Sálomon
tá ríkið fór í tvíningar
75
Kristni 5 • Lærarabók