Page 76 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
11. Úr Ísraels søgu
beint eftir Jósvabók. Hon hevur fngið hetta navn, tí hon snýr
seg um dómararnar í Ísrael. Teir ráddu í landinum í eini 400 ár,
inntil kongatíðin byrjar við Sául um leið 1030 f. Kr.
Tað verður hildið, at tað er dómarin og profeturin Sámuel,
ið hevur skrivað Dómarabókina og at møguligu lærusveinar
hansara hava snøggað hana til.
Úr Ísraelssøgu bls. 146
Her verður í stuttum nortið við tíðarskeiðið frá tí, at ísraelsfólk
vóru í Egyptalandi og fram til dómaratíðina.
Hugskot
Sig frá søguni um gullkálvin, sum ísraelsfólk gjørdu sær í
oyðimørkini á ferðini úr Egyptalandi. Hyggið í bókina
“Móses í myndlistini” (Neil Morris, Føroya Skúlabóka-
grunnur 2006) bls. 24-25. Hetta er gott høvi at knýta til, at
ísraelsfólk seinni fóru at tilbiðja Báal og Astartu.
Hyggið at listasøguligu myndunum hjá Gustav Doré, har
hann lýsir alla bíbliusøguna í bókini “Bíbliusøgur” (Føroya
Skúlabókagrunnur 1991). Bókin kann eisini lesast í Google
Books og harvið takast fram á samvirknu talvuni.
Takið aftur í tilfarið um Sámuel í næmingabókini “Kristni
4” bls. 74 og vita, hvat næmingarnir minnast um
dómaran Sámuel.
Arbeiðsbókin bls. 64
Næmingarnir fnna 10 feilir í mynd av Jerúsalem.
Kristni 5 • Lærarabók
76