Page 77 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Dómaratíðin bls. 147
Sí meira um hetta t.d. í bókini: “Um Bíbliu okkara” (Føroya
Skúlabókagrunnur 1997), bls. 75-81.
Hugskot
Tosið um, hví tað er týdningarmikið at hava leiðarar, ella
fólk, sum standa á odda. Tosið um tað er líka mikið, hvør
tað er, sum í ymsum førum stendur á odda. Hvønn kallaði
Gud at vera dómara?
Dómarin Gideon bls. 148
Les meira um Gideon í Dómarabókini kap 6-8.
Hugskot
Tosið um óttan fyri at tapa. Hvussu munnu teir fáu her­
menninir hjá Gideon hava havt tað, áðrenn bardagan? Hvat
vil frásøgnin um Gideon vísa okkum á? Tosið um, hvussu fá
fólk, ella einstaklingar kunnu gera stóra nyttu og enntá vinna,
tá ið á stendur. Er tað altíð talið, ið er avgerandi? Skal ein altíð
fylgja feirtalinum?
Dómarin Samson bls. 149
Les meira um Samson í Dómarabókini kap 13-16
Søgan um Samson er á s. 134 og fram í næmingabókini.
Hugskot
Tosið um ymisk sløg av styrki, kropsliga styrki,
menniskjansliga styrki, styrki at siga nei o.s.fr. Sí hugskot
um Samson í næmingabókini.
Dómararnir, ið eru nevn-
dir í Dómarabókini
bls. 150
Á hesi síðu í næmingabókini er ein listi yvir teir smáu og stóru
dómararnar í Ísrael, ið eru í Dómarabókini. Teir smáu vera bara
nevndir við navni í Bíbliuni, og lítið og einki verður meira sagt
um teir.
11. Úr Ísraels søgu
77
Kristni 5 • Lærarabók