Page 78 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Arbeiðsbókin bls. 65
Næmingarnir skulu fnna nøvnini á teimum sjey stóru dóma­
runum í bókstavakassanum.
Dómarin í dag bls. 151
Her verður komið inn á dómaravirkið á okkara døgum. Eins
og dómararnir í Gamla Testamenti, so døma dómararnir í dag
í ymsum málum, ið taka seg upp millum fólk. Dómarin í dag
er tó ikki ein politiskur leiðari í samfelagnum eins og í Gamla
Testamenti.
Hugskot
Bið ein dómara/sakførara ella fólk, ið kennir lógirnar, koma
inn í tíman at tosa um, hvat teirra arbeiði er.
Bið viðkomandi greiða frá okkara stjórnarskipan, og hvat
fólkaræði merkir og at greiða frá, hvussu mannagongdirnar
eru í einum rættarmáli við verja og ákæra. Hvørjar kunnu
revsingarnar vera? Fyrireika næmingarnar, so teir kunnu
seta viðkomandi spurningar.
Aktivitetir
Spælið at tit hava ein rættarfund um okkurt ávíst evni, har
onkur hevur brotið lógina.
Samrøðan
Tosið um frásøgnina um Gideon og Samson og um, hvat
eyðkennir ein góðan leiðara.
11. Úr Ísraels søgu
Kristni 5 • Lærarabók
78