Page 79 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kongatíðin bls. 152
Vit lesa um kongarnar í báðum Sámuelsbókunum og báðum
Kongabókunum.
Sámuelsbøkurnar
Sámuelsbøkurnar snúgva seg um teir tríggjar: Sámuel, Dávid og
Sául. Tíðarskeiðið í Sámuelsbókunum er um leið 150 ár, frá at
Sámuel verður kallaður um leið 1120 f.Kr., til deyða Dávids um
leið 971 f.Kr.
Boðskapurin er hin sami sum í Dómarabókini. Fólkið kennir
signing og framgongd, tá ið tey eru lýðin móti Gudi, meðan
ólýdni førir til banning og afturgongd.
Fólkið vildi hava ein kong eins og grannatjóðirnar, og tað
fngu tey. Fyrsti kongurin, Sául, var ikki lýðin móti Gudi, og tí
misti hansara ætt kongakrúnuna. Ístaðin kom hirðadrongurin
Dávid á trónuna. Dávid gjørdi Jerúsalem til høvuðsstað og fekk
ørkina til býin. Hann megnaði at vinna á stóra fíggindanum
hjá Ísrael, flistunum. Hann vaks um ríkið líka norður til Evfrat
ánna. Landið upplivdi stóra framgongd. Men hann hevði sítt
at stríðast við á heimamótinum m.a. við syninum Absaloni, ið
gjørdi uppreistur.
Hóast Dávid fall í synd, t.d. við at taka Batsebu til konu,
so stendur skrivað, at hann var ein maður eftir Guds hjarta.
Messi­as, t.e. hin salvaði, skuldi stava frá hansara ætt.
Kongabøkurnar
Kongabøkurnar lýsa eitt tíðarskeið uppá 400 ár frá Dávidi
kongi til landið fer í útlegd, ella frá at Sálomon verður krýndur
ár 971 f.Kr. til Jójakim verður náðaður í 560 f.Kr.
Tað er óvist, hvør hevur skrivað bøkurnar, men møguliga kann
tað vera ein profetur, ið var í útlegd, Ezra, Ezekiel ella Jeremia.
Bøkurnar lýsa ta góðu tíðina við konginum Sámuel, ið bygg­
ir templið. Síðan kemur tíðin, har ríkið fer sundir og at enda
tíðin, har landið fer í útlegd undir ássýrum. Norðurríkið stóð
frá 935 til 722 f.Kr og Suðurríkið frá 935 til 586 f.Kr.
Profetarnir hava ein stóran leiklut í kongatíðini. Teir ávara
kongar, tá teir fara av leið og tilbiðja avgudar. Í 1. Kongabók
fnna vit serliga profetin Elias og í 2. Kongabók Elisa.
Sí meira um kongatíðina í bókini “Um Bíbliu okkara”
(Føroya Skúlabókagrunnur 1997) bls. 80-95. Á bls. 88 í bókini
er eitt yvirlit yvir kongarøðina í bæði Júda og Ísraels ríki. So­
muleiðis nær profetarnir vóru uppi á døgum, samstundis sum
kongarnir.
Hugskot
Tosið um frásøgnina um Sául, Dávid og Sálomon, sum var í
Kristni 4 og vita, hvat næmingarnir vórðu hugtiknir av.
11. Úr Ísraels søgu
79
Kristni 5 • Lærarabók