Page 82 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Aktivitetir
Lat næmingarnar fnna myndir av ymsum kongum í
Evropa og í Danmark á netinum ella aðrastaðni. Síðan gera
teir eina kollasju við hesum myndum.
Dómaratíðin
1220 - 1050 f.Kr.
bls. 156
Her er kort yvir dómaratíðina, ið vísir, hvar ymsu dómararnir
hildu til í Ísrael ár 1220-1050 f.Kr. Landamørkini hava sæð
øðrvísi út tá, enn tað ger á okkara døgum og hava mangan
verið futt. Í myrkari grønum síggjast núverandi landamørk.
Arbeiðsbókin bls. 68
Næmingarnir skulu skriva nøkur orð um tíðindi, ið berast í
fjølmiðlunum um Ísrael og londini har um leiðir.
Kongatíðin
1050 – 586 f.Kr.
bls. 157
Her er kort, ið vísir, hvussu landamørkini hava futt seg ymsar
tíðir. Í myrkari grønum síggjast landamørkini í dag.
Arbeiðsbókin bls. 70
Næmingarnir gera samrøðu við eitt fólk, ið hevur vitjað í Ísra­
el. Tá orðini eru skrivað á síðu 70 í arbeiðsbókini, kunnu tit
royna at gera ein flm av skrivaðu samrøðuni. Spurningarnir
kunnu vera: Hvør ert tú? Hvussu frætti tú um hesa ferðina?
Hví valdi tú akkurát hesa ferð? Hvat var tað besta á ferðini?
Vilt tú mæla øðrum til at fara til Ísrael? Hví? Hvat merkir Ísrael
fyri teg? Vís okkum tað bestu myndina, sum tú tók á ferðini.
11. Úr Ísraels søgu
Kristni 5 • Lærarabók
82