Vit hava lært:
•
Ísraelsfólk gloymdu Gud eftir at vera komin
inn í lovaða landið. Tey fóru at tilbiðja aðrar
gudar. Gud revsaði fólkið við at senda fígg-
indar móti teimum. Tá tey róptu til Gud
um hjálp, so svaraði hann teimum við at
senda teimum dómarar.
•
Millum dómararnar í Gamla testamenti eru
Gideon og Samson.
•
Í dómaratíðini vóru flistar teir mætastu
fíggindarnir hjá Ísrael.
•
Saul var tann fyrsti kongurin í Ísrael. Eftir
hann kom Dávid og síðan Sálomon. Allir
tríggir kongarnir viku frá Gudi, men bara
Dávid angraði.
•
Tá ið sonur Sálomon, Rehábeam, gjørdist
kongur, fór ríkið í tvíningar: Ísraelsríki varð
tað norðara og størra ríkið við Jeróbeami sum
kongi. Júdaríki varð stýrt av Rehábeam, ið var
av Dávids ætt.
•
Dómarar í dag hava øðrvísi uppgávu enn
dómarar í Gamla testamenti. Vit hoyra undir
donsku krúnuna og eru undir tríbýttum
valdi: Tí lóggevandi, tí útinnandi og tí
dømandi valdinum.
11. Úr Ísraels søgu
83
Kristni 5 • Lærarabók