Page 84 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
12. Jødar og páskir
12
Jødar
og páskir
Tittulblað
Tosið um tittulblaðið og mat á páskum. Hvat eta vit og hvat
eta tey í Ísrael á páskum og yvirhøvur? Hvussu borðreiða vit,
tá høgtíðir eru? Hava næmingarnir verið á hotelli, ella mat­
stovu, og etið? Hvussu er borðreitt og hvussu ganga tænarar til
handa?
Sálmar og sangir til evnið
Aftast í lærarabókini
Heyveynu shalom aleichem
Í staðnum Betlehem
Rulla páskaregg
Meira um evnið
Jødisku páskirnar stava frá tí ferðini, tá ið Gud bjargaði ísraels­
fólki undan teimum tíggju plágunum. Tá ið tíggjunda plágan
skuldi koma, sigur Gud ísraelsfólki, hvussu tey skulu bera seg
at, skal deyðseingilin ikki koma á gátt. Tað var blóðið av lambi,
ið skuldi smyrjast um úthurðina, sum tekin fyri, at Gud vildi
bjarga teimum. Hetta var ikki fremmant fyri teimum, tí vanligt
var at ofra til Gud, at bøta um syndir, og tá varð blóð nýtt.
Prestar tóku sær av hesum. Blóðið av lombum undan seyði
ella geitum varð ofrað á altarinum í templinum. Fólk tóku
deyða lambið, ið tey høvdu samsýnt fyri, heim við sær og mat­
gjørdu. Hetta var páskalambið, sum tey ótu á páskum.
Jødisku páskirnar eru ein nátúrligur partur at tosa um her, tí
tær kristnu páskirnar eru evni í næsta kapitli.
Jødar ferðaðust tríggjar ferðir um árið til Jerúsalem, tá ið
templið stóð. Teir høvdu offurgávu við sær til prestarnar og
templið.
84
Kristni 5 • Lærarabók
Her fara vit at læra um:
hví jødar halda páskir
páskasiðir og páskahald
hjá jødum
Jesus og páskirnar
føstu
at rulla egg
ímyndir, sum eru
knýttar at páskum