12. Jødar og páskir
•
Pesach: Um páskahátíðina vitjaðu jødarnir templið, ið teir
nevna pesach. Hetta er størsta jødiska hátíð og
familjuhátíð á árinum. Hon verður hildin í sjey dagar.
•
Shavout: Aðru ferð um hvítusunnuna, nevnt shavout, ið
var hildin sjey vikur eftir páskirnar. Jødar minnast tá
lógina, Toraina, ið Móses fekk frá Gudi og takka fyri ársins
fyrstu avgrøði.
•
Sukkot: Triðju ferð var til stóru jødisku hátíðina sukkot,
leyvskálahátíðina. Hon verður hildin um heystið í sjey
dagar til minnis um ferðina gjøgnum oyðimørkina og sum
takkarhátíð fyri heystskurðin. Fólk bygdu sær smáttur við
leyvi av trøum, ið tey búðu í hesar dagar.
•
Jom Kippur: Hetta er sáttargerðardagurin, ið er um heystið.
Tá møta mest fólk upp í sýnagogunum. Hendan dagin
verður einki etið ella drukkið í 24 tímar. Biðið verður um
fyrigeving fyri allar syndir.
Støðugt halda jødar hesar hátíðir. Summi fara til Jerúsalem,
onnur eru heima og í sýnagogunum og fylgja teimum
siðum, ið hoyra til hesar hátíðir. Um páskirnar verður ikki
ofrað, tí jødar hava einki tempul. Men teir drepa tó
páskalambið og matgera við tí.
Tað eru tó nógvir “verðsligir” jødar, ið ikki taka tað so
strangt við jødiskum átrúnaðarligum siðum, eins og tað
eru mong, ið ikki nevna seg kristin, ið búgva í kristnum
londum.
Jødar og páskir bls. 160
Tosað verður um støðuna hjá ísraelsfólki í Egyptalandi. Somu
leiðis um, tá ið Gud sendir tær tíggju plágurnar.
Hugskot
•
Tosa um at ofra dýr í átrúnaðarligum sambandi.
•
Tosa við næmingarnar um, hvat teir kenna til jødar og
páskir, og um ofringar teirra.
•
Tosið um, hvat blóð er og hvat tað kann merkja. Eins og
blóð er grundarlagi fyri lívi, kann blóð eisini bera boð um
deyða. Blóð er reytt og kann súmbolskt bera boð um nakað
vandamikið. Reyður litur í ferðslu merkir ávaring og at vit
skulu steðga. Eins og liturin reytt, er blóð eitt sterkt
súmbol. Tey, ið ikki hava sæð eitt grindadráp, ógvast, tá
havið verður reytt.
Aktivitetir
•
Bið næmingarnar tekna deyðseingilin, ið fer fram við eini
hurð, har blóð er smurt á.
Arbeiðsbókin bls. 72
Næmingarnar svara, hví jødar halda páskir. Teir skulu svara,
hvat tíggju tær ringastu plágurnar vildu verið, ið kundu rakt
okkum.
Kristni 5 • Lærarabók
85