Page 86 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Jødiskir páskasiðir
bls. 162
Jødar hava nakrar fastar siðir á páskum. Maturin hevur súm­
bolskt virði og vísir á ymsan hátt aftur til tíðina hjá ísraelsfólki
í Egyptalandi.
Beiskar urtir:
til minnis um líðingarnar hjá ísraels-
monnum í Egyptalandi.
Súreplagreytur:
til minnis um tigilsteinarnar tey evnaðu
úr leirinum fyri Fárao.
Saltvatn:
til minnis um øll tárini í Egyptalandi undir
trælahaldinum.
Grøn persilla:
tekin um várið.
Stokt bein og eitt brent egg: til minnis um ofringarnar í
templinum.
Hugskot
Finnið út av, hvør týdningur knýtur seg til matin, ið etin
verður í sambandi við páskamáltíðina.
Fáið onkran á gátt at tosa nærri um Ísrael og páskirnar. Í
Føroyum eru nógv, ið hava kunnleika um Ísrael.
Journalistar hava búð har og skriva um viðurksiftini í dag,
og áhugafelagsskapir hava limatiltøk, t.d. við smakki-
roydnum við ósúrgaðum breyði, beiskum urtum og øðrum,
ið verður etið í sambandi við jødisku páskamáltíðina. Hetta
kann vera Felagið Ísraelsmissiónin ella Felagið Føroyar
Ísrael.
Tosið um siðir yvirhøvur, og hví tað er gott at hava siðir.
Páskir í Jerúsalem bls. 162
Jerúsalem var staðurin, har øll fóru á páskum, tí her stóð
templ­ið. Tá ið tað var rivið niður, seinastu ferð ár 70 e.Kr. , helt
fólkastreymurin uppat, men enn er Jerúsalem staðurin, har
nógvir jødar ferðast á páskum.
Jesus heldur páskir
bls. 163
Maria og Jósef vóru sum vant í Jerúsalem á páskum. Um Jesus
hevur verið við hvørja ferð, vita vit ikki, men sum tólv ára
gamal lesa vit, at hann var har.
Luk 2,41 f.
Vit kunnu siga, at seinni skuldi tað vera hann, Jesus, ið varð
páskalambið.
Samrøða
Tosið um, hví jødar halda páskir og hvussu teir halda páskir.
12. Jødar og páskir
86
Kristni 5 • Lærarabók