Page 87 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kristnir páskasiðir
bls. 164
Í Føroyum hava vit nógvar gamlar føstusiðir.
Á fastulávint sláa vit tunnu og pottar, og børnini ganga
grýl­a. Dagin eftir fastalávint byrjar føstutíðin. Hon varar 40
dagar til leygardagin fyri páskir. Tá byrjar dymbildavikan,
stilla vika. Hon er seinasta vikan, áðrenn Jesus skuldi líða og
doyggj­a.
Føstan minnir okkum á alt tað tunga, Jesus skuldi líða. Hesa
tíðina nýta summi at iðra seg um tað skeiva í farna ári, sum tey
hava gjørt, og seta sær betri partar fyri. Hetta kenna vit aftur
frá nýggjárslyftum, ið verða givin á nýggjárinum.
Føstan fyrr og í dag
Í føstutíðini minnast vit eisini teir 40 dagarnar, Jesus var í
oyðimørkini, har hann fastaði. Við endan av føstutíðini kom
djevulin til hansara og freistaði hann.
Í gomlum døgum plagdu fólk at fasta í føstutíðini, júst
sum Jesus gjørdi í oyðimørkini. Tey góvust tó ikki at eta, men
loyvdu sær ikki at eta kjøt, egg og feitan mat.
Á okkara døgum er hetta nógv broytt, men nøkur eru tó, ið
nokta sær sjálvum t.d. góðgæti og drykkir hesa tíðina. Tey nýta
hesa tíð at styrkja sín “karakter” og vilja.
Í føstuni var og verður enn á døgum ikki dansaður
føroyskur dansur. Fyrr í tíðini máttu tey heldur ikki spæla kort
og summastaðni heldur ikki telva.
Í dymbildagavikuni vórðu larmur og spæl ikki told. Men tá
ið páskirnar komu, kundi tú aftur gleðast. Tá kundi tú aftur eta
kjøt og annan mat, tú hevði sýtt tær. Annan páskadag byrjaði
dansurin aftur.
Frá eldri tíð hevur verið fastur siður at farið í kirkju mitt í
viku í føstuni, mikudag. Í dag verður antin mikudagur ella hós­
dagur nýttur til hesar gudstænastur. Fyrr var tað ofta á morgni,
men seinni er hetta broytt til at vera á kvøldi.
Fimti sunnudagur í føstu er Boðanardagur Mariu, har hon
fær at vita frá einglinum, at hon skal føða Jesus.
Hugskot
Spyr næmingarnar, um tey kenna nakrar føstusiðir.
Les brot úr bókini “Sær er siður á landi” eftir Rasmus
Rasmussen s.139-144 og tosið um hetta.
Leitið fram føstusiðir úr øðrum londum gjøgnum
internetið ella úr bókum á bókasavninum.
Fáið onkran á gátt at tosa um føstusiðir í gomlum døgum.
Tosið saman um, hvat er fólkasiður. Hvussu vísa vit øðrum,
at vit duga fólkasið?
12. Jødar og páskir
Kristni 5 • Lærarabók
87