Spøl á páskum bls. 165
Onnur páskaspøl
Spæl 1 Um at rulla egg:
Tú kanst rulla egg sum vanligt, men til ber eisini at gera hetta
til eitt spæl, har tú skalt raka eggið hjá hinum. Um tú rakar eitt
egg hjá mótpartinum, so eigur tú tað.
Tú kanst eisini kappast fyri at vita, hvat egg rullar longst.
Spæl 2 Eggjarenning
Hvør luttakari fær eitt hartkókað egg og eina spísiskeið at
halda eggið í. So ræður um at vera fyrstur at renna eitt ávíst
strekki uttan at missa eggið.
Til ber at gera hetta spæl torførari, við at næmingarnir skulu
halda skaftið á skeiðini í munninum við egginum í.
Um ein luttakari missir eggið, skal hesin byrja umaftur.
Hann, ið er fyrstur á mál uttan at missa eggið, hevur vunnið.
Spæl 3 Sterkasta eggið
Luttakararnir fáa eitt hartkókað egg hvør. Nú skulu tveir lut
takarar stoyta endarnir á egginum móti hvørjum øðrum. Fyrst
tann spíska og síðan tann runda endan á egginum. Tann,
hvørs egg brotnar fyrst í báðum endum, hevur tapt.
Spæl 4 Skattaveiða
Nógv egg verða goymd í urtagarðinum, heima, í skúlastovuni
ella hvar sum helst. Tann, ið fnnur fest egg, hevur vunnið.
Spæl 5 At blása fjøður
At blása fjøður er eitt spæl, har tvey og tvey spæla saman.
Hvørt parið fær eina lítla fjøður/dún í part.
Tá ið spælið byrjar, verða fjaðrarnar kastaðir upp í loft. Tað
ræður um at megna at halda fjøðurini so leingi uppi í luftini
sum gjørligt. Parið heldur hvørtannað í hondina undir spæli
num.
Tá ið fjøðurin dettur á gólvið/jørðina, er parið farið úr
spælinum. Parið, ið klárar at halda fjøðurini longst uppi í loft,
hevur vunnið.
Tal av luttakarum: 4 – ella feiri.
Páskaprýði
At halda páskir snýr seg eisini um fyrireiking, har vit kunnu
prýða heim ella skúlastovu okkara. Tey festu nýta gular og
grønar litir. Hesir minna á páskirnar og várið. Tað er eisini kent
í dag at nýta aðrar litir enn gult og grønt.
Páskaregg, haruungar og páskablómur eru kendar ímyndir,
sum verða nýttar kring mest sum allan heim á páskum.
Egg á grein
Kent er at taka eina grein, turka hana ella seta hana í vatn, so
hon fær spírar. Síðan verður hon prýdd við smáum páskaregg
um og páskaklippi úr pappíri.
12. Jødar og páskir
88
Kristni 5 • Lærarabók