Blása egg
Kent er at blása hvítan og reyðan úr egginum. Hetta verður
gjørt við at eitt hol verður gjørt í hvørjum endanum á eggi
num. Síðan verður innihaldið blást úr. At enda verður eggið
málað og hongt upp.
Mála egg
Til ber at kóka egg saman við leykskølum, tebløðum ella kaff,
at geva eggunum ávísan lit. Áðrenn tey vera kókað kunnu
mynstur gerast á tey við stearini. Har, ið stearinið er, kemur
ongin litur. Til ber eisini at lita við tussj ella máling beint á
eggið.
Páskamyndir
Á internetinum kanst tú fnna ein hóp av páskatekningum,
um tú skrivar leitorðini “páskir” á ymsum málum, t.d. “påske”
á donskum og “Easter” á enskum. Næmingarnir kunnu klippa
tekningarnar út og lita tær. Teir kunnu eisini nýta hesar sum
fyrimyndir til egnar tekningar.
Heimagjørd páskaregg
Á internetinum ber til at læra, hvussu tú kanst gera páskaregg
við sjokulátu.
Gitibræv
Á internetinum fnnast ymisk gitiørindi.
Sí t.d.
www.godpaaske.dk/vers_til_gaekkebreve.php
Páskaharan
Siðvenja við páskaharuni er, at foreldrini, eins og við jólunum,
greiða børnunum frá, at skikka tey sær væl, so kunnu tey fáa
onkra gávu.
Hesin siður er mest kendur í Týsklandi.
Páskamorgunmatur
Í øðrum londum er siður at eta páskamorgunmat saman við
familju, vinum og kenningum. Ofta verður etið sild og egg og
tey vaksnu drekka snaps afturvið.
Gomul siðvenja er, at tú skalt eta eitt páskalamb. Tó eru
páskirnar so tíðliga á veg, at lombini eru ikki nóg stór at verða
fett, so tí eru tað tey fæstu, ið eta lamb um páskirnar eins og
vit kenna frá jødunum.
Hjá okkum er lambið ein ímynd um Kristus, ið ofraði seg
sjálvan. Í Jóh 1,29 verður Jesus nevndur “Guds lamb”. Hetta
lamb sæst ofta í myndlistini víst saman við einum krossi ella
krossfaggi.
Hugskot
•
Fáið onkran at greiða frá, hvussu páskasiðir vóru hildnar í
Føroyum fyrr í tíðini, og um nakað er broytt til dagin í dag.
•
Spælið páskaspøl og gerið páskaprýði sum víst omanfyri.
Arbeiðsbókin bls. 73
Næmingarnir royna at tekna tvey vøkur páskaregg.
12. Jødar og páskir
Kristni 5 • Lærarabók
89