Page 13 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Vit nevna kirkju okkara eina fólkakirkju. Her
verða tey, ið eru limir í kirkjuni, doypt, kon­
frmerað, gift og at enda borin út.
Nógv eru doypt, konfrmerað og vígd í somu
kirkju. Tá tey doyggja, verða tey eisini mangan
borin út haðan.
Allir hesir dagar eru serligir. Ofta verður nógv
gjørt burturúr, og kanska møta nógv fólk.
Dópur
Dópurin í kirkjuni fer oftast fram undir einari
gudstænastu. Tann, ið ber barnið til dópin,
játtar fyri barnið, at tað trýr á Gud faðir, Gud
son og Gud heilaga andan. Prestur letur tríggjar
ferðir vatn á ennið á barninum, meðan hann
sigur: “Eg doypi teg til navns faðirsins, sonarins
og heilaga andans.”
Fólkakirkjan hevur tvey sakramenti. Tey eru
dópurin og altargangur.
Katólska kirkjan hevur sjey sakramenti: dóp,
konfrmatión, skriftarmál, altargang, salving av
sjúkum, hjúnaband og prestvígslu.
Konfrmatión
Tað árið, tú fyllir 14 ár, kanst tú konfrmerast í
kirkjuni.
Konfrmantarnir ganga til hjá presti eina ávísa
tíð. Her læra teir ymist um kristnu trúnna og
læra t.d. apostólsku trúarjáttanina uttanat,
boðini, og hvussu gudstænastan gongur fyri
seg.
Undir konfrmatiónini er konfrmanturin oftast
í hvítum kjóla ella hvítari skjúrtu.
Tænastur í kirkjuni
32
Sakramenti:
Halgisiður, har tað ósjónliga verður
sjónligt.
Skriftarmál:
Tá ið fólk fara til altars.
00 Kristni 5.indb 32
02-07-2012