Page 15 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Jarðarferð
Vit hoyra um andlát í útvarpinum. Tú fært at
vita, hvør er deyður og um aldur á viðkomandi.
Somuleiðis nær og úr hvørjari kirkju ella guds­
húsi hin deyði verður borin út.
Tá ið fólk doyggja, skipa tey nærmastu fyri, at
alt gongur rætt og sømiliga fyri seg.
Hin deyði verður lagdur í eina líkkistu. Fólk
hava ofta møguleika at síggja viðkomandi,
áðrenn lokið verður lagt á. Í kapellinum hendir
hetta vanliga lítlan tíma fyri andaktina.
Stutt andakt verður hildin í kapelli, heimi ella
kirkju. Seinni er jarðarferð úr kirkju ella sam­
komuhúsi. Prestur ella onkur annar ber nøkur
orð fram og minnist tann, ið farin er.
Á bygd er kirkjugarðurin sum oftast nær við
kirkjuna. Á størri plássum, t.d. í Havn, koyrir
líkbilur kistuna úr kirkjuni og út í kirkjugarðin.
Fólk, ið vóru til staðar í kirkjuni undir jarðar­
ferð­ini, ganga aftan á bilinum út í kirkjugarðin.
Tað er siður í Føroyum, at fólk, ið møta líkbil­
in­um, steðga á, inntil fylgið er farið framvið. Á
henda hátt vísa tey virðing og samkenslu.
Kistan verður lorað niður í jørðina. Tá prestur
kastar jørð á líkkistuna, sigur hann:
– Av mold ert tú komin.
– At mold skalt tú verða.
– Úr mold skalt tú aftur rísa upp.
Bøn verður biðin, og sungið verður. Aftaná
bjóðar familjan hjá tí deyða fólki í ervi. Ofta er
tað prestur, ið hevur boðað frá hesum í kirkjuni
frammanundan, somuleiðis hvar tað verður
hildið.
Familja ella vinir hjá tí deyða leggja blómur á
kistulokið sum eina seinastu heilsan.
Seinni kann ein steinur verða reistur á grøvini,
har tað stendur, hvør viðkomandi var, og nær
hann ella hon doyði. Stundum er bíbliuørindi
rist í steinin.
Aftur av jarðarferð
eftir Sámal Joensen-Mikines (1906-1979)
34
Ervi:
Borðhald aftan á jarðarferð.
00 Kristni 5.indb 34
02-07-2012