Page 21 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Jesus fór ofta burtur frá fólki at biðja. Av og á
fór hann til fjals, tá hann vildu vera einsamall­
ur. Tá tosaði Jesus við faðir sín, Gud, sum er í
himlinum.
Jesus lærdi eisini lærusveinarnar at biðja eina
bøn. Bønina kalla vit faðirvár, og hon stendur í
Matteusar evangelii. Bønin verður nógv brúkt í
kirkju og í skúla.
Jesus lærdi fólk at biðja, men fyrst lærdi hann
tey, hvussu tey ikki skuldu biðja.
Og tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki
vera eins og falsararnir, tí at teimum
líkar væl at standa og halda bøn í sam­
komuhúsum og á vegamótum, til tess
at teir mega verða sæddir av mon­num.
Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava
longu tikið upp løn sína.
Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far
inn í kamar títt og lat aftur hurð tína
og bið til faðir tín, sum er í loyndum,
og faðir tín, sum sær í loyndum, skal
gjalda tær.
Men tá ið tit halda bøn, tá skulu tit
ikki taka upp í saman nøgd av orðum
eins og heidningarnir, tí at teir halda,
at teir munnu verða bønhoyrdir fyri
orðanøgd sína. Verið tí ikki teimum
líkir; tí at faðir tykkara veit, hvat tyk­k­
um tarvast, áðrenn tit biðja hann.
Matt 6,5-8
Jesus lærir teir tólv
at biðja
56
00 Kristni 5.indb 56
02-07-2012