Farisearin og
tollarin
Jesus hevði áður tosað um fólk, ið dámdi at vísa
seg fyri øðrum. Jesus segði eina søgu um hetta:
– Tveir menn fóru niðan í halgidómin
at halda bøn. Annar var fariseari og
hin tollari.
Farisearin stóð og bað soleiðis fyri
seg sjálvan:
– Gud, eg takki tær, at eg ikki eri
sum aðrir menn sum ræna, gera órætt
og bróta hjúnalagið, ella líka sum
hasin tollarin. Eg fasti tvær ferðir um
vikuna og lati tíggjund av øllum, sum
mær ognast.
Men tollarin stóð langt burtur og
vildi enn ikki lyfta eygum sínum móti
himli, men sló seg fyri bringuna og
segði:
– Guð náði meg syndara!
Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvís
gjørdur heim til húsa, men hin ikki. Tí
at tann, sum setir seg sjálvan høgt, skal
verða settur lágt, og tann, sum setir seg
sjálvan lágt, skal verða settur høgt.
Luk 18,9-14
Eg haldi, at hasin farisearin var
rætiliga sjálvglaður!
Tíggjund:
Ein tíggjundapartur.
00 Kristni 5.indb 57
02-07-2012