Visti tú?
Dýri biðidagur
Nógvir halgidagar eru í álmanakk
anum. Fjórða fríggjadag eftir páskir
er dýri biðidagur. Tað var danski
kongurin Kristian fmti, sum í 1686
gjørdi av, at so skuldi vera. Framm
anundan høvdu verið hildnir feiri
bønardagar um árið. Dagurin er
frídagur, og gudstænasta verður
hildin dýra biðidag.
Lukas:
•
Faðir, heilagt veri navn títt,
•
komi ríki títt,
•
gev okkum hvønn dag okkara
dagliga breyð, og fyrigev
okkum syndir okkara, tí at
eisini vit sjálvir fyrigeva einum
og hvørjum, sum okkum er
skyldugur;
•
og leið okkum ikki í
freistingar.”
Luk 11,2-4
Matteus
•
Faðir vár, tú sum ert í
himlunum!
•
Heilagt verði navn títt;
•
komi ríki títt;
•
verði vilji tín sum í himli so á
jørð; gev okkum í dag okkara
dagliga breyð;
•
og fyrigev okkum skuldir
okkara, so sum vit fyrigeva
skuldarum okkara;
•
og leið okkum ikki í freistingar;
•
men frels okkum frá tí illa.
Matt 6,9-13
Um bønina faðirvár
Faðirvár er í tveimum útgávum í Nýggja testa
menti. Ein stutt útgáva er í Lukas og ein longri
í Matteus. Í Matteus er faðirvár partur av fjalla
taluni. Í báðum førum er bønin nevnd sum eitt
dømi um, hvussu kristin kunnu biðja til Gud.
58
00 Kristni 5.indb 58
02-07-2012