Page 24 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Innihaldið í faðirvár
Sjey bønir eru í faðirvár. Tríggjar tær fyrstu eru til­
biðjan av Gudi. Fýra tær seinastu bønirnar eru okk­
ara persónligu bønir til Guds.
Martin Luther (1483-1546) var týskur prestur, sum
gjørdi upp við pávan og stóra valdið hjá katólsku
kirkjuni. Luther legði dent á, at hvør einstakur
skuldi lesa Bíbliuna og trúgva á Jesus.
Luther talaði at tí stóra valdi, sum hann í mongum
førum helt, at kirkjan misnýtti. Tankar hansara
fng­u so stóra ávirkan, at kirkjan fór í tvíningar.
Martin Luther elvdi til, at vit fngu eina trúbót á ok­
kara leiðum.
Í 1529 skrivaði Luther soleiðis um faðirvár í bókini
Katekismus:
Jesus lærir okkum í hesi bøn fyrst at hugsa um, hvønn
vit biðja til. Vit biðja til Gud faðir, eins og børn biðja
foreldur síni um okkurt.
Vit biðja um, at hansara navn má vera heilagt hjá
okk­um, og at ríki hansara má koma til okkara.
Vit biðja um, at Gud ikki bara gevur okkum breyð,
men alt, okkum tørvast: mat, drekka, klæði, heim,
heilsu, frið, góðar vinir o.s.fr.
Vit biðja um, at Gud má fyrigeva okkum syndir okk­
ara. Men Jesus lærir okkum nakað í bønini, ið er beint
mótsatt tí, ið liggur til okkum: eins og Gud fyrigevur
okkum syndir okkara, so skulu vit somuleiðis fyrigeva
teimum, ið synda móti okkum. Um vit ikki gera tað, so
vil Gud ikki fyrigeva okkum syndir okkara.
Vit biðja um, at Gud vil varða og verja okkum, so vit
ikki skulu synda, men verða hjálpt í okkara freisting­
um. Sjálvur freistar Gud ongan, men tað er Djevulin,
heimurin og holdið, ið freista.
Vit biðja, at hann má frelsa okkum frá øllum illum.
Úr: Luthers Katekismus
Heimurin:
Heimurin er í hesum føri verðin, sum er utt­
an Gud.
Holdið:
Er í hesum føri tann parturin av menniskjanum,
sum stendur ímóti Guds vilja.
Trúbót:
Siðaskifti, sum hendi í Evropa um ár 1520, og
sum kom til Føroya um 20 ár seinni, tá kirkjan fór frá
rómversk-katólskari trúgv til lutherska trúgv.
00 Kristni 5.indb 59
02-07-2012