Fjølmiðlar og skúlin
Í miðlunum hoyrir tú næstan hvønn dag um
kríggj og bardagar, neyð og vanlukkur og aðrar
ræðuleikar.
Í skúlanum hevur tú óivað hoyrt og lisið um,
hvussu menniskju hava tað úti í heimi. Nógv
hava tað gott, men ógvuliga nógv hava tað
trupult. Eisini, har menniskju hava tað gott og
trygt, kunnu vanlukkur og yvirgangur raka og
taka nógv lív.
Summi
•
liva, har kríggj er
•
liva í støðugum ótta og ótryggleika
•
hava einki heim
•
hava ongan, ið elskar tey
•
eru altíð svong
•
fáa ongan skúlagang
64
00 Kristni 5.indb 64
02-07-2012