Page 30 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Breivik?
Jørðin sum ein handgranat?
Í 2004
rakti ein stór fóðalda Suðurasia,
og 230.000 fólk doyðu.
Í 2009
var jarðskjálvti á Haiti. 300.000
fólk doyðu, 300.000 fngu skaða, og 1,5
milliónir fólk gjørdust heimleys.
Í 2010
var áarføri í Pakistan, og 4 milli­
ónir fólk gjørdust heimleys.
Í 2011
var ein so harður jarð­skjálvti í
Japan, at hann elvdi til eina feiri metrar
høga fóðaldu, ið skolaði alt omanav.
10.000 fólk doyðu og 500.000 mistu alt,
tey áttu. Fleiri teirra noyddust at búgva í
skúlum og samkomuhúsum.
Í 2011
staðfestu Sameindu Tjóðir (ST)
hungursneyð í Somalia. Heitt varð á øll
heimsins lond at hjálpa, tí hetta var ring­
asti turkur í landinum í 60 ár. Samstund­
is eru ófriður og ósemjur, sum gera tað
trupult at fáa hjálpina fram.
Í 2011
skeyt ein norskur maður frá hond
og drap 69 ungfólk á summarlegu á lítlu
oynni Utøya. Sama dag hevði hann
sprongt bumbur í Oslo, har ein heilur
býlingur varð lagdur í oyði og 8 fólk vóru
funn­in deyð í leivdunum. Mong hava
fngið álvarsom mein av hending­unum,
sum eingin kundu varða seg fyri.
00 Kristni 5.indb 65
02-07-2012