Page 31 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Hungursneyðin í Somalia fer at versna
Turkurin í pørtum av Eysturafrika er nú so
umfatandi, at hungursneyð kann raka allan
tann syðra partin av Somalia. Tað stendur í
einari nýggjari ST-frágreiðing, sum sigur, at
støðan fer uttan iva at versna, tað sum eftir er
av árinum.
ST sigur, at støðan er longu álvarsom í lands­
partinum Bakool og fram við Shabelle-ánni.
Turkur er rættiliga vanligur har suðuri í So­
mal­ia, men ST sigur, at ófriður og ósemjur
gera tað truplari hjá neyðhjálparfelagsskapum
at hjálpa teimum neyðstøddu í økinum.
Rørslan, sum hevur valdið har, hevur fyrr
sýtt hjálparfelagsskapum at veita neyðstødd­
um hjálp, men hevur nú sagt seg sinnaða at
lata hjálpina sleppa vegin fram. ST og USA
eru tó ikki nøgd við tilsøgnina og vilja hava
trygd fyri, at hjálpin veruliga kemur teimum
neyðstøddu til gagns, skrivar Reuters.
29. juli í 2011
65 deyð í illveðri í Kina
Illveður við nógvum vindi og glopraregni
hevur kravt í minsta lagi 65 mannalív har
suðuri í Kina, siga kinesiskir fjølmiðlar. Fleiri
enn 10.000 hús eru oyðiløgd, og fólk í tíggju­
túsundatali eru tí vorðin heimleys.
Myndugleikarnir siga, at tað nógva regnið
hevur oyðilagt nógva grøði, og harafturat
hava bæði vegir og jarnbreytir fngið skaða.
Nógvastaðni er elveitingin farin.
Hetta er aðru ferð í ein mánað, at tað hevur
regnað so illa har suðuri í Kina. Framman­
undan var hetta sama økið rakt av herviligum
turki, skrivar AP.
8. mai í 2010
Tíðindi um vanlukkur
Portalurin er mest lisni netmiðil í Føroyum. Her eru nógv tíðindi um kríggj, yvirgang, van-
lukkur, hungursneyð og aðrar ræðuleikar.
66
00 Kristni 5.indb 66
02-07-2012