Skriðulop kravt hundraðtals mannalív
Í minsta lagi 257 fólk eru deyð í vatnfóð
og skriðulopum nærhendis brasilska stórbý-
num Rio de Janeiro. Myndugleikarnir siga,
at í nógvum húsum lógu fólk og svóvu, tá
skriðulop tóku húsini við sær oman líðina, og
tí vænta myndugleikarnir, at illveðrið hevur
kravt uppaftur feiri mannalív.
– Eg rokni við, at vanlukkan hevur kravt nógv
feiri mannalív enn higartil upplýst, sigur
umhvørvismálaráðharrin í statinum Rio de
Janeiro, Carlos Mine, við sjónvarpið.
Tað hevur eisini verið illveður á leiðini við býin
Sao Paulo, og har hava minst 13 fólk latið lív.
Skriðulop krevja ofta nógv mannalív í Brasil,
tí nógv fátæk fólk búgva í vánaligum húsum
uppi í fjallalíðunum. Fyri níggju mánaðum
síðan vóru eisini feiri skriðulop við Rio de
Janeiro, og tá doyðu um leið 180 fólk.
13. januar í 2011
Flogvanlukka í Kuba
Ein fogvanlukka í Kuba hevur kravt 68
mannalív. Myndugleikarnir siga, at øll um-
borð doyðu, tá eitt fogfar hjá almenna
fogfelagnum Aero Caribbean datt niður í gjár
miðskeiðis í landinum.
Flogfarið var á veg úr býnum Santiago de
Cuba til høvuðsstaðin Havanna, tá tað brád-
liga datt niður í landspartinum Sancti Spiritus.
Ein útvarpsstøð sigur, at bjargingarmenn vóru
skjótir á vanlukkustaðið, men teir kundu bara
staðfesta, at øll tey 68 fólkini vóru deyð.
Kubansku myndugleikarnir siga, at feiri
útlendingar vóru í fogfarinum, teirra mill
um 10 evropearar úr Niðurlondum, Týsk-
landi, Fraklandi, Eysturríki, Italia og Spania.
Harafturat vóru 18 fólk úr Japan og latín
amerikonskum londum.
5. november í 2010
00 Kristni 5.indb 67
02-07-2012