Page 33 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Visti tú?
at tað eru um leið 2,2 milliardir
børn í heiminum og at 1
milliard av teimum livir í
fátækradømi.
at um leið 4 milliónir børn
doyggj­a á hvørjum ári av
sjúkum, sum standast av skitn-
um vatni ella av tørvi á vatni.
at feiri enn 115 milliónir børn
í skúlaaldri ikki ganga í skúla,
og at 8 av 10 av hesum børn-
um búgva í Afrika sunnan fyri
Sahara ella í Suðurasia.
at um øll heimsins børn skuldu
gingið í skúla, kostar tað 50
milli­ard­ir krónur eyka hvørt
ár tey næstu 10 árini. Hetta
svarar til tað, ið evro­pearar eta
av ísi um árið.
at hvør kúgv í ES fær um leið
10 krónur um dagin í land-
búnaðar­stuðli. Tað svarar til ta
upphædd, sum helvtin av
heimsins fólki hevur at liva fyri
um dagin.
Flestu føroysku børn hava tað gott. Í Føroyum
er einki kríggj. Ongum nýtist at ganga svangur,
og í mong ár hava so at siga ongar náttúruvan­
lukkur verið. Her er trygt at vera. Vit hava øll
rætt at ganga í skúla, og øll hava rætt at trúgva
og siga tað, teimum lystir.
Soleiðis er ikki allastaðni. Í nógvum londum
er fátæksligt. Fólk eiga lítið til matna og mong
eru heimleys. Børn noyðast mangan at hjálpa
foreldrunum at breyðføða yngri systkin, so tey
sleppa ikki at ganga í skúla.
Á næstu síðu eru nakrar søgur um børn úti í
heimi.
Søgur úr
gerandisdegnum
68
00 Kristni 5.indb 68
02-07-2012