102. sálmur av Dávidi
Mínir liðir gløða sum eldur.
Mítt hjarta er sviðið
sum grasið og følnað.
Tí eg mist havi hugin
at eta mítt breyð.
Allan dagin mínir fíggindar
meg háða.
Mínir spottarar bannast við meg.
Tí øsku eg eti sum breyð.
Drykk mín eg blandi við gráti.
Mínir dagar halla sum skuggin.
Eins og grasið følni eg burtur.
Úr Sálmi 102
Í Bíbliuni eru nógvar frásagnir um líðing. Í 1.
Mósebók lesa vit, at Ádam og Eva livdu saman
við Gudi. Tá var eingin líðing. Tá tey høvdu
syndað, rak Gud tey út úr Eden. Hetta rópa vit
syndafallið. Við syndafallinum komu plágur og
líðingar í verðina.
Dávid skrivaði nógvar sálmar, sum eru endur
givnir í Gamla testamenti. Hesin sálmur lýsir
líðing.
Bíbilskar frásagnir um líðing
Ein jødiskur skrivari skrivar á torah-rullu
70
00 Kristni 5.indb 70
02-07-2012