Tað eru mangar líðingar til í heiminum. Kristin
dómurin og jødadómurin siga, at vit skulu hjálpa
okkara medmenniskjum og vísa næstakærleika.
Sama gera aðrir átrúnaðir.
Átrúnaður og
næstakærleiki
Indiski leiðarin Mohandas Karamchand
Gandhi er ein fyrimynd fyri nógv menniskju.
Hann legði stóran dent á ahimsa.
Hinduisma
Hinduistar trúgva, at øll menniskju hava eitt serligt
pláss í heiminum. Fólk verða býtt sundur í kastur.
Ymiskt er, hvussu fólk í teimum ymsu kastunum
skulu liva. T.d. sleppa bara hermenn at drepa onnur
menniskju. Børn skulu fylgja ávísum reglum, kvinn
ur øðrum og menn uppaftur øðrum.
Eldri fólk eru eisini í einum bólki fyri seg.
Hóast kastuskipanin er gomul í India, eru
nógvir hinduar ógvuliga atfnningarsamir
mótvegis skipanini.
Felags fyri øll er, at tolsemi, gávmildi og fyri
geving hava stóran týdning. Nógvir hindu
istar fylgja ahimsa, sum ber við sær, at einki
livandi skal drepast ella meinslast. Tískil eru
tey eisini vegetarar.
Buddisma
Budda er fyrimynd hjá buddistum. Tey ynskja tí
at liva sum hann. Hann livdi í fátækradømi og
hjálpti dýrum og menniskjum, sum høvdu tað
trupult.
Buddistar hava eina reglu, sum byggir á, at
menniskju skulu vera ímóti øðrum, sum tey
ynskja, at onnur skulu vera ímóti teimum.
Budda segði:
– Øll ræðast líðing og eru bangin fyri at doyggja.
Leggið tískil allan harðskap av og drepið ongan.
00 Kristni 5.indb 71
02-07-2012