Page 37 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Islam
Muhammed er fyrimynd í islam. Muslimar ynskja
tí at fylgja hansara boðum. Tey vilja fylgja hansara
sunna
verður sagt. Muslimar kunnu lesa um tað,
sum Muhammed gjørdi og segði, í skriftum, sum
verða nevndar
hadith
.
  Ein hadith
Muhammed segði:
– Allah er ikki miskunnsamur ímóti einum, sum
ikki vísir øðrum menniskjum miskunn.
Muslimar hava reglur fyri, hvat tey skulu gera
hvønn dag. Tað hevur stóran týdning at fylgja lóg­
ini. Við góðum gerðum vísa tey, at tey elska Gud. Tí
hevur tað alstóran týdning at fylgja reglum um t.d.
mat, føstu, bøn, olmussu og høgtíðir. Hesar reglur
eru niðurskrivaðar í Koranini ella í frásøgnunum um
lívið hjá Mohammed.
Jødadómur
Nógvir jødar fylgja teimum 613 reglunum, sum eru
í Mósebókunum. Tað eru reglur um mat, klæði, bøn
og familjulív. Ein av hesum reglum verður nevnd
tann gylta reglan:
 Gylta reglan
 Ver ikki hevnisamur og goym ikki meinhuga
 móti tjóðfelagum tínum; men tú skalt elska
 næsta tín sum sjálvan teg. Eg eri Harrin!
                  
3. Mós 19,18
72
Hadith
er arabiskt og merkir frásøgn.
00 Kristni 5.indb 72
02-07-2012