Page 38 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kristindómur
Jesus er fyrimynd hjá teimum kristnu. Tey halda,
at menn­iskju eiga at liva eins og Jesus livdi. Hann
hjálpti fólki, grøddi sjúk og dømdi ongan.
Jesus segði nógv líknilsi um næstakærleika.
Líknilsið um hin miskunnsama samáriubúgvan hevur givið
nógvum listafólkum íblástur. Her er líknilsið av­mynd­að á
einum eysturríkskum penga frá 2003.
Stavirnir WWJD eru ein ensk stytt­ing, ið merkir What
Would Jesus Do og verður brúkt, tá fólk spyrja seg sjálv
ella onnur, hvat Jesus hevði gjørt, um hann var í teirra
støðu.
00 Kristni 5.indb 73
02-07-2012