Sameindu Tjóðir
ST er ein altjóða felagsskapur, ið var stovnaður
24. oktober í 1945. Hesin dagurin er merktur í
álmanakkanum sum dagur Sameindu Tjóða.
Felagsskapurin varð stovnaður at forða fyri,
at heimskríggj skuldi byrja aftur. ST roynir at
hjálpa, har fólk hava tað trupult, til dømis tí
tey eru fátæk, svong, sjúk, ella ikki hava høvi
at ganga í skúla. Flestu av heimsins londum eru
limir í ST. Sum partur av Danmark eru Føroyar
limur í ST. Á hvørjum ári eru føroyskir politik
arar á ársfundi í ST, sum hevur skrivstovu í New
York.
ST-høvuðsstøðin í New York
74
00 Kristni 5.indb 74
02-07-2012