Page 40 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Neyðhjálp
Heimsins størsti hjálparfelags­skapur
er Reyði Krossur, sum varð stovnaður
í 1864. Umframt Føroyar er felags­
skapurin í 180 londum og telur 200
milliónir limir.
Felagsskapurin ber navnið eftir ímynd­
ini, reyða krossin­um, ið minnir um
sveisiska faggið, tí stovnarin var úr
Sveis. Sami felags­skapur er í muslimsk­
um londum, har tey nýta ein reyðan
hálvmána í staðin fyri krossin.
Um allan heim hava kirkjur og sam­
komur eisini neyðhjálpar­felagsskapir.
Kendastur um okkara leiðir er Neyð­
hjálp Fólkakirkjunn­ar, sum hoyrir til
donsku fólka­kirkjuna. Búmerkið hjá
felagsskap­inum er ein fskur, ið er eitt
gamalt kristið tekin.
Eisini læknar hava ein felagsskap,
Læknar Uttan Landa­mørk, ið hjálpa
teimum, ið eru sjúk ella særd. Heimsins
størsti barna­rætt­inda­felagsskapur er
Save the Children Alliance, sum hevur
deildir í 30 londum. Hesar deildir
hjálp­a í 100 londum. Tílíkir felags­
skapir halda, at tað er ein skylda hjá
fólki at hjálpa, har til ber.
Eins og festu lond veita Føroyar eis­i­ni
eina upphædd á hvørjum ári til menn­
ingarhjálp. Henda upp­hædd verður
samtykt í løgtinginum. Ætlan­in við
upp­hæddini er at hjálpa og at mink­a
fátækradømið í menningar­londum.
Reyða Kross-plakat frá fyrra heimsbardaga
00 Kristni 5.indb 75
02-07-2012