Søga
Hin innari úlvurin
Ein gamal Cherokee-indiáni lærdi abbabarnið
um lívið.
– Inni í mær er ein bardagi, segði hann við
dreingin og helt fram:
– Hann er millum tveir úlvar. Annar úlvurin
er óndur – hann er slíkt sum vreiði, øvund,
grammleiki, stoltleiki, at taka synd í sær sjálv
um, hatur, beiskleiki, lygn og sjálvgleði.
– Hin er góður – hann er gleði, friður, kær
leiki, vón, eyðmýkt, vinsemi, gávumildi, sann
leiki, at føla við øðrum og trúgv. Tann sami
bardagi gongur fyri seg innan í tær og øllum
menniskjum.
Abbabarnið hugsaði um hetta ein lítla løtu og
spurdi so abban:
– Hvør úlvur vinnur?
Hin gamli indiánin svaraði einfalt:
– Hann, ið tú gevur at eta!
Søga frá amerikanska upprunafólkinum av Cherokee-ættini
Cherokee-høvdingi.
Cherokee-indiánarnir livdu í tí, sum nú er
landsynningsparturin av USA
Hin góði luturin
Í fjallataluni segði Jesus eisini, at tað hevur
stóran týdning, at vit duga at geva burtur av
ríkidømi okkara.
84
00 Kristni 5.indb 84
02-07-2012