Kristin siðalæra
Her verður hildið fram við Jesu boðskapi í fjalla
taluni. Hann talar um, hvussu menniskju skulu vera
móti øðrum. Jesus endurtók ofta tað, sum stendur
í Gamla testamenti. Men hann greiddi frá tí á ein
nýggjan og avbjóðandi hátt.
Mong menniskju, ið ikki hava kristindómin sum
átrúnað, taka eisini undir við fjallataluni. Indiski
leiðarin Mohandas Karamchand Gandhi var eitt
dømi.
Hevn ikki
Í fjallataluni segði Jesus, at um onnur ikki er góð við
okkum, so skulu vit kortini vera góð við tey. Hann
nevndi eisini nøkur dømi um, hvussu vit kunnu
vera góð við onnur:
– Tit hava hoyrt, at tað er vorðið sagt: “eyga fyri
eyga og tonn fyri tonn.” Men eg sigi tykkum:
Rinda ikki ónt við óndum. Um onkur slær teg á
vangan, vend so hin til.
Um onkur hóttir teg og vil hava klæðini frá tær, lat
hann so eisini fáa jakkan.
Um onkur biður teg bera viðførið ein kilometur,
gakk so tveir kilometrar við honum.
Hjálp altíð teimum, ið biðja um hjálp. Koyr ikki tey
burtur, ið vilja læna frá tær.
Úr Matt 5,38-42
90
00 Kristni 5.indb 90
02-07-2012