Martin Luther King
I have a dream
Nógv hava hildið kendar talur, ið seint verða
gloymdar. Ein av hesum var Martin Luther King,
(1929-1968), ið var føddur í Atlanta í USA.
Hann var prestur og stríddist fyri javnstøðu ímillum
hvít og svørt. Hann hevði lurtað nógv eftir indiska
leiðaranum Mohandas Karamchand Gandhi, ið
stríddist móti bretska yvirvaldinum í India á friðar
ligan hátt. Í USA fekk Martin Luther King svartar
amerikanarar, ið vóru fyri nógvum órætti, at mót
mæla. Hetta varð gjørt á friðarligan hátt við stórum
mótmælisgongum.
Martin Luther King varð myrdur í 1968. Hetta elvdi
til vreiði, og ófriður brast á í nógvum amerikonsk
um býum. Arbeiðið hjá Martin Luther King hevði
ikki verið til fánýtis, tí eftir deyða hansara fngu tey
svørtu javnrættindi. Tey kundu ganga í sama skúla,
sita í sama bussi og eta í somu stovu sum tey hvítu.
Ein av talum hansara bygdi á orðini “I Have a
Dream”. Hon verður av mongum roknað sum tann
kendasta talan í 20. øld. Her talar hann um dreym
sín um eina framtíð í USA, har øll, uttan mun til
húðarlit ella átrúnað, kunnu liva saman við somu
rættindum.
00 Kristni 5.indb 91
02-07-2012