Page 45 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Elska fíggindar
tínar
Tað er lætt at vera góður við tey, sum eru góð
við okkum. Men Jesus segði, at hetta gera
heidning­ar eisini. Truplari er at vera góður við
tey, ið ikki eru góð við okkum. Jesus segði, at
vit skuldu elska hesi, ja, sjálvt okkara ringastu
fígg­indar.
Tit hava hoyrt, at sagt hevur verið: “Tú
skalt elska næsta tín og hata fígginda
tín. Men eg sigi tykkum”:
– Elskið fíggindar tykkara og biðið
fyri teimum, ið forfylgja tykkum. Tá
gera tit rætt sum sonn børn hjá tykkara
himmalska faðiri, tí hann letur sólina
skína bæði á tey óndu og tey góðu, og
hann letur tað regna bæði á tey, ið gera
hansara vilja, og tey, ið ikki gera tað.
Um tit bara elska tey, ið elska tykk­
um, hvat serliga gott skuldi verið við tí?
Tað kann ein og hvør syndari jú eisini
gera. Um tit bara heilsa teimum, ið
heilsa tykkum, hvat serligt gera tit tá?
Gera ikki øll tað? Nei, tit eiga at hava
sama kærleika, sum faðir tykkara í
himlinum hevur.
Úr Matt 5,43-48
Tussarnir á Tussatindi er ein søga um nakrar tuss­
ar, ið livdu í Føroya størsta fjalli, beint við síðuna av
Slættara­tindi. Tussarnir klandraðust so illa, at fjallið
fór í luftina og er burtur.
William Heinesen (1900-1991)
92
00 Kristni 5.indb 92
02-07-2012